Stolin málningur komin afturíaftur 50 ár seinni

Stolin málningur komin afturíaftur 50 ár seinni
Ein 400 ára gamal málningur, sum bleiv stolin fyri meir enn 50 árum síðan, er komin afturíaftur. Nú verður farið at leita eftir tjóvinum - og tað er kanska ikki hvør sum helst
Verkið "Kvinnan við glóðunum" hjá Brueghel yngra er komið undan kavi eftir at hava verið horvið í hálva øld
 
04.03.2025 - 20:24

Talan er um 17 cm breiða, runda málningin "Kvinnan við glóðunum", sum hollendski listamaðurin Pieter Brueghel yngri málaði í umleið 1626.

Í 1974 kom ein kona, sum gjørdi reint á polska tjóðlistasavninum í Gdansk, av óvart undir málningin, sum hekk til framsýning, og ramman brotnaði. Tá sást, at talan bara var um eitt endurprent - ein mynd, sum var klipt út úr einum blaði. Sjálvur málningurin var stolin.

Løgreglan í Gdansk kannaði málið og kom fram til, at tjóvarnir høvdu klintrað upp á ein byggipall og vóru komnir inn gjøgnum eitt vindeyga á aðru hædd.

Løgreglan kom eisini fram til, at nakrar vikur áðrenn hevði eitt ungt par á einum bókasavni klipt myndina úr einum blaði, so unga var sjálvandi undir illgruna. Men tað eydnaðist ongantíð at finna unga parið aftur.

Um hetta sama mundið boðaði ein tollari, Romuald Werner, polska mentamálaráðnum frá, at hann hevði illgruna um, at listaverk vórðu ólógliga útflutt úr havnini í Gdynia. Hann bleiv kallaður inn sum vitni, men áðrenn hann kom so langt, varð hann funnin deyður í einum kirkjugarði.

Eftir tað varð løgreglan noydd at lata málið víðari til polsku loyniløgregluna. Og tað gekk ikki leingi, áðrenn loyniløgreglan steðgaði øllum kanningararbeiðnum.

Meira hendi ikki í málinum fyrr enn í 2008, tá polska løgreglan tók tað upp aftur. Men har var einki at finna, og tað vísti seg eisini, at øll skjølini frá kanningarbeiðnum í 1974 vóru burtur.

 

Var horvið í 50 ár

Síðani frættist einki aftur um stolna listaverkið, fyrr enn tað í fjør knappliga kom undan kavi aftur.

Journalisturin John Brozius, sum arbeiddi fyri hollendska listablaðið Vind, var til eina framsýning á Gouda-savninum í hollendska landspartinum Limburg, har hann sá verkið og helt seg vita, at hetta var sami málningur, sum hevði verið horvin í 50 ár.

Eftir fleiri kanningar er nú endaliga staðfest, at hetta er sama verk, sum hvarv av tjóðsavninum í Gdansk í 1974.

Núverandi eigarin, sum ikki er navngivin, hevur greitt løgregluni, at pápi hansara keypti málningin frá einum gallaríeigara.

Gouda-savnið hevði lænt verkið frá eigaranum til framsýningina og segði í kunningartilfarinum, at verkið ikki hevði verið sýnt fram seinastu 40 árini.

Spurningurin nú er so, hvør stjól verkið frá savninum í Gdansk fyri 50 árum síðan?

Tann spurningurin verður ikki lættur at svara, nú so langt er fráliðið, men sambært blaðnum De Telegraaf var tað bara loyniløgreglan, sum í kommunistiska Póllandi hevði møguleika til at stjala málningin og smugla hann út úr landinum.

Tað er óvist, hvussu stórt virði "Kvinnan við glóðunum" hevur, men verk hjá Brueghel yngra verða sambært uppboðssøluni Christie's vanliga seld fyri nógvar milliónir.

 

Kelda: news.artnet.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417

Meira um sama evni