Vinnuhúsið: Neyðugt at endurhugsa limaskap í ES

Vinnuhúsið: Neyðugt at endurhugsa limaskap í ES
Ósemja hevur verið millum føroyskar politikarar um limaskap í ES. Vinnuhúsið vísir nú á, at spurningurin um limaskap eigur at viðgerðast betur
04.03.2025 - 19:23

Føroyskur limaskapur í ES eigur at vera viðgjørdur av nýggjum, sigur Vinnuhúsið.

Útflutningsvinnan í Føroyum hevur ov fáar møguleikar á altjóða marknaðinum. Hendan støðan kundi verið betri við limaskapi í ES.

At standa uttanfyri ES hevur avmarkingar við sær, sum alifyritøkan Bakkafrost kennir alt til. Fyritøkan fær ikki víðarivirka sínar laksavørur uttan at høgur tollur verður lagdur á í ES.

Møguleikarnir fyri at víðarivirka eru annars nógvir.

Hjá Bakkafrosti er fyrimunurin við limaskapi í ES tó fyrst og fremst atgongd til fleiri marknaðir. Men eisini betri grundarlag fyri víðarivirking

Útlitini fyri, at politiska skipanin megnar at fáa betri handilsavtalur uttan limaskap í ES, eru ikki góð, sambært Vinnuhúsinum.

Og tað er óheppið tí, Føroyar hava rávøruna og marknaðurin er har úti, sigur stjórin í Bakkafrosti.

Tað sum oftast hevur ligið í buktini tá spurningurin um føroyskan limaskap í ES hevur verið viðgjørdur er fiskivinnupolitikkurin hjá ES, og ta ávirkan hann kann hava á føroyska fiskivinnu og harvið føroyska búskapin.

Men tað er ikki vist, at orsøkin at stúra er eins stór sum hon hevur verið.

Føroyski búskapurin hevur fingið eitt annað bein at standa á. Nevniliga alivinnan, sum verður ein alsamt størri partur av føroyska búskapinum. Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur.

Í kjakinum um limaskap í ES hava fleiri politikarar staðfest, at møguligur limaskapur má vera við undantaki fyri fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

Aðrir hava peika á fiskivinnupolitikkin hjá ES sum eina grundgeving fyri ikki at royna eftir limaskapi í ES. 

Spurningurin er so um tann grundgevingin heldur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Tvey velja páskakórtónleik - 190425
190865
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835