- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni

Løgtingið fer í dag at atkvøða um stórar broytingar í fiskivinnuni. Tvey lógaruppskot hjá landsstýrinum hava aðru viðgerð í dag.
Talan er um broytingar í lógini um sjófeingi, og um uppskotið um at skatta vinningin, tá veiðirættindi verða seld.
Annað álitið um uppskotið, sum skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur,og hvussu nógv fólk eru inni har í senn, kemur í dag.
Aftur í nevnd fríggjadagin
Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sigur, at hon hevur givið boð um at skriva nýtt álit til tingfundin í dag.
Lógaruppskotið fór aftur í nevnd fríggjadagin eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, sum var einasti limur í Vinnunevndini, sum mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina.
Arbeitt verður við einum broytingaruppskoti í sambandi við lógaruppskotið. Samgongutinglimir koma við broytingaruppskotinum á tingfundinum í dag. Ætlanin er at broyta uppskotið, so tað hevur ein møguleika fyri at blíva samtykt.
Uppskotið kann takast aftur
Fór málið ikki aftur í nevnd á tingfundinum fríggjadagin, hevði tað fallið. Føroyingar gera ikki sjálvir av, nær skeinkistøð eru opin, um endamálið er at forða fyri smittuspjaðing.
Heilsu- og Eldramálaráðið í Danmark hevur boðað Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum frá, at løgtingið kann ikki broyta matvørulógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann avgera, nær skeinkistøðini lata upp og aftur, og hvussu nógv fólk eru inni í senn. Tí málsøkið smittuspjaðing er danskt.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið, sigur, at gevur samgongan honum boð um at taka uppskotið aftur, so ger hann tað. Hann tekur tað ikki aftur av sínum eintingum, tí samgongan gav honum boð um at leggja tað fram.
