Heimatænastan og eldrarøktin verða nú eftirmett

Heimatænastan og eldrarøktin verða nú eftirmett
Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð.
Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir er landsstýriskvinna í almannamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.06.2020 - 10:40

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt verður nú endurskoðað.

Fyrsti fundurin hevur verið, hann var 2.juni. 

Og arbeiðssetningurin hjá teimum, sum endurskoða, er um at verða liðugur. Endurskoðanin skal vera liðug hálvan november.

Fyri fyrst eru Kommunufelagið og Almannamálaráðið í bólkinum, men seinni koma Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið.

Samtykt í 2014

Ætlanin við endurskoðanini er at vita, um lógin virkar soleiðis, sum ætlanin var, tá hon varð samtykt í 2014.

Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur sagt, at umframt myndugleikarnar skulu tey, sum arbeiða í heimatænastuni og í eldrarøktini, vera við í endurskoðanini.

Tá eftirmetingin er gjørd, skal hon hava politiska viðgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375