- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagtilboð á Glyvrum til minnisveik
Nú hevur nýggja dagtilboðið fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár, latið upp á Glyvrum.
Tilboðið er fyri fólk, sum búgva í Eysturoynni og í Norðoyggjum, sigur Almannamálaráðið.
Endamálið er at tryggja hesum fólkum ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag, og at stuðla teimum at varðveita lívsgóðskuna.
Tilboð í Havn
Eitt dagtilboð til minnisveik er longu í Skotarók í Havn, har pláss er fyri átta fólkum. Higartil hava fólk úr Eysturoynni og Norðoyggjum koyrt til Havnar.
Við nýggja tilboðnum á Glyvrum verða tvífalt so nógv, sum fáa gagn av hesi tænastu. Pláss er fyri átta fólkum.
Í morgin verður móttøka í sambandi við, at nýggja dagtilboðið letur upp.
Koronutilmælini gera, at móttøkan er ikki almenn.