Seinastu álitini í hesi tingsetuni koma í morgin

Seinastu álitini í hesi tingsetuni koma í morgin
Vinnunevndin miðar eftir at leggja nýtt álit í málinum, nær skeinkistøð skulu hava opið, fram á tingfundinum seinnapartin í morgin
Summarferian hjá løgtinginum er ikki byrjað enn.
 
21.06.2020 - 12:11

Álitið um lógaruppskotið um at skatta vinningin, tá veiðirættindi verða seld, kemur á tingfundinum í morgin.

Fíggjarnevndin er liðug við málið.

Samgongumenninir í nevndini, Magnus Rasmussen, Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen, hava skrivað sín part av álitinum, og hann fingu andstøðufólkini í nevndini hósdagin. 

Onkrar broytingar eru í álitinum hjá samgonguni, men hvørjar, tær eru, vil Magnus Rasmussen, formaður í Fíggjarnevndini ikki siga.

Skeinkistøð og sjófeingi

Vinnunevndin miðar eftir at leggja nýtt álit í málinum, nær skeinkistøð skulu hava opið, fram á tingfundinum seinnapartin í morgin.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at landsstýrismaðurin i vinnumálum skal fáa heimild at gera av, nær skeinkistøð skulu hava opið, og hvussu nógv fólk kunnu vera inni.

Málið fór aftur í nevnd fríggjadagin, eftir uppskoti frá Christiani Andreasen, samgongutingmanni, sum var einasti limur í nevndini, sum mælti til at geva landsstýrismanninum heimildina.

Vinnunevndin hevur fund klokkan niggju í morgin ári, og tá er eitt uppskot um broytingar í sjófeingislógini eisini á skránni.

Tingfundur er kl.15.00 í morgin. Framløga er á skránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375