Gera sáttmála um Jákup Sverra

Gera sáttmála um Jákup Sverra
Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast í dag um maskinmenninar, sum fara umborð í nýggja havrannsóknarskipið
Jákup Sverri verður eftir ætlan liðugur í summar
 
16.06.2020 - 09:52

Klokkan 10 fóru Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið undir triðja fundin í sáttmálasamráðingunum millum partarnar.

Ólavur Gunarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at fundurin í dag, sum er settur at vara í tveir tímar, fer at snúgva seg um onnur viðurskifti enn sjálva lønina.

M.a. skal ein sáttmáli gerast fyri maskinmenninar, sum skulu umborð í nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra, ið verður liðugur í summar.

Har er spurningurin, um skipið skal skrásetast sum farmaskip ella fiskiskip, og munur er á teimum sáttmálunum.

Maskinmeistarafelagið fer fríggjadagin á fund við Kommunala arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála, sigur Ólavur Gunnarsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657