- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrahúsini spart 12 milliónir
Av tí at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt koronukanningarnar í Føroyum hava sjúkrahúsini, og tað er landskassin, spart 12 milliónir krónur.
Kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu kosta 250 krónur hvør. Statens Serum Institut tekur 1.545 krónur fyri somu kanning, og so kemur flutningskostnaðurin afturat.
Hetta stendur í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár.
Vaktarskipan kostaði 60.000
Heilsufrøðiliga starvsstovan er við í uppskotinum um eykajáttan, tí ein vaktarskipan í sambandi við koronukanningarnar kostar 60.000 krónur.
Eingi eftirlit eru gjørd í alivinnuni í minsta lagi í ein mánað, tí fólkini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu hava arbeitt heima. Inntøkumissurin er 1,45 milliónir krónur.
Og færri heilsuváttanir til útflutning til Kina og Russlands hava kostað 250.000 krónur í mistum inntøkum higartil í ár. Men onkrar sparingar hava eisini verið, so biðið verður um 370.000 krónur í eykajáttan til minni inntøkur.