- Tíðindi, mentan og ítróttur
44 dagar á rað: Eingin nýggjur smittutilburður
44 dagar á rað: Eingin nýggjur smittutilburður
Nú eru tilsamans 10.134 fólk í Føroyum kannað fyri koronu

05.06.2020 - 11:39
Tað er framvegis eingin sjúkur av koronu í Føroyum. Tað upplýsir Landslæknin eftir seinastu kanningarnar á heimasíðuni corona.fo
Í gjár vórðu 131 kanningar gjørdar, og nú eru tilsamans 10.134 fólk í Føroyum kannað kannað. Eingin tilburður av korona hevur verið síðani 22. apríl.
3.864 kanningar eru gjørdar, síðani tann seinasti smittutilburðurin varð staðfestur í Føroyum fyri 44 døgum síðani. 187 fólk hava havt koronu, men øll eru frísk aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV