- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 1000 arbeiðsgevarar biðið Als um pengar
4.698 løntakarar høvdu verið ella vóru í lønarískoytisskipanini hjá Als, tá gjørt var upp 13.mai.
1003 arbeiðsgevarar høvdu brúkt skipanina.
Men talið er minkað nógv, tí fólk eru farin aftur til arbeiðis, ella tey hava mist arbeiðið.
Í dag eru 2.123 fólk í skipanini, sum varar hendan mánaðin afturat.
Tey, sum hava verið ella eru í lønarískoytisskipanini, eru úr 40 vinnugreinum sambært vinnuskránni hjá Taks.
Og so eru 330 arbeiðsgevarar, sum ikki hava eina vinnugrein í vinnuskánni. Hesir arbeiðsgevarar hava sent 793 fólk í lønarískoytisskipanina.
Handlar ovast
Tann einstaka vinnugreinin, sum hevur sent flest fólk í lønarískoytisskipanina, eitur smásøla, undantikið bilar og umvælingarverkstaðir. Her eru 512 løntakarar.
Síðani koma gistihús og matstovur. Her høvdu verið ella vóru 481 fólk í skipanina 13.mai.
Tølini eru í einum svari, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur givð Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um ungdómsarbeiðsloysi, nú korona hevur lagt serliga tænastuvinnuna lamna.
Ungdómsarbeiðsloysi
663 teirra, sum vóru í lønarískoytisskipanini hjá Als tann 12.mai, vóru í aldrinum 16 til 25 ár.
Tað er aldursbólkurin, sum verður brúktur, tá tosað verður um ungdómsarbeiðsloysi.
Tann 12.mai vóru 2.763 fólk í lønarískoytisskipanini, so 24 prosent teirra eru ungdómar.
Helgi Abrahamsen sigur, at veruliga ungdómsarbeiðsloysið kenna vit ikki, fyrr enn skipanin við lønarískoyti fer úr gildi 30.juni.