- Tíðindi, mentan og ítróttur
370 krabbameinstilburðir í fjør
Í fjør var í miðal ein krabbameinstilburður um dagin í Føroyum.
370 tilburðir vóru í fjør, sigur Krabbameinsfelagið í ársfrágreiðingini fyri 2019. Hetta er nógv størsta talið higartil í Føroyum.
Árini frá 2009 til 2017 var talið millum 200 og 250, og fyri 2009 var tað millum 150 og 200 um árið.
Ph.D.-verkætlan
Í 2019 varð sjøtul settur á Ph.D.-verkætlan um krabbamein í Føroyum.
Endamálið við henni er at lýsa krabbamein í Føroyum yvirskipað og í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina, og eru summar familjur serliga hart raktar? Eisini hevur barnakrabbi serligt fokus í hesi verkætlanini.
Durita heldur fram sum forkvinna
Krabbameinsfelagið hevði aðalfund herfyri.
Durita Tausen heldur fram sum forkvinna, og Sonja Nielsen er næstforkvinna og kassameistari.
Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, sum er nývald.