Myrkatalið í Føroyum helst minni enn eitt prosent

bannari
Myrkatalið í Føroyum helst minni enn eitt prosent
Tað væntar Pál Weihe, yvirlækni og kliniskur ábyrgdarhavi av kanningini í Føroyum.
Blóðroyndir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.05.2020 - 13:56

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer nú at greina 1.075 blóðroyndir fyri andevni móti korunu fyri at finna tað sonevnda myrkatalið fyri koronusmittuna í Føroyum.

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu bjóðaði 1.500 tilvildarliga valdum fólkum úr øllum Føroyum at vera við í kanningini.

Nakað er síðani, blóðroyndnirnar vórðu tiknar, men tær kunnu nústani greinast, tí greiningartilfarið, sum er úr Kina, er ikki komið fyrr enn nú.

Greiningin er byrjað, og úrslitið kemur um eina viku.

Pál Weihe, er kliniskur ábyrgdarhavi og hevur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, tikið stig til kanningina.

Umframt Pál Weihe, er Landssjúkrahúsið, Landslæknin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetrið, og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við í verkætlanini.

Hoyr alt innslagið og samrøðuna við Pál Weihe her:

1372907

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109