Fáir danir smittaðir við COVID-19

bannari
Fáir danir smittaðir við COVID-19
Tað staðfesta fyrstu kanningarúrslitini hjá danska serumstovninum
Blóðroynd
 
21.05.2020 - 10:20

Tað eru fáir danir, sum hava verið smittaðir við COVID-19. Tað staðfesta fyrstu kanningarúrslitini hjá danska serumstovninum.

2600 fólk vórðu tilvildarliga vald og fingu bjóðað at lata seg kanna fyri andevni móti koronu.

Av teimum 2600, sum fingu møguleikan, tóku 1071 danir av, tað svarar til umleið 41 prosent.

Av teimum í alt 1071 fólkunum, sum lótu seg kanna, vóru einans 12 positivar royndir. 

Sostatt vísa fyrstu kannigarúrslitini hjá danska serumstovninum eitt myrkatal uppá einans 1,1 prosent.

– Fyrstu kanningarúrslitini skulu tó takast við fyrivarni og tulkast við stórum varsemi, sigur Steen Ethelberg, sum er leiðari fyri verkætlanarbólkin, sum ger kanningina.

Steen Ethelberg sigur, at talan bert er um úrslit av fyrsta parti av kanningini og at fleiri kanningarúrslit verða at síggja næstu vikurnar.

Mett verður at 6000 fólk, skulu lata seg kanna, fyri at røkka einum umboðandi og neyvum kanningarúrsliti.

Tað skrivar danski serumstovnurin á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109