Eingin nýggjur tilburður

bannari
Eingin nýggjur tilburður
Tað er framvegis eingin sum er smittaður av korona. Og í morgin er ein mánaður liðin, síðani tann seinasti varð staðfestur at vera sjúkur
Sjúkrarøktarfrøðingur podar á Landssjúkrahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.05.2020 - 12:22

Tað upplýsir landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. tað byggir á 9.084 kanningar.

187 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, og allir eru frískir aftur.

98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Hendan mánaðin sum eingin er smittaður, eru 2.814 kanningar gjørdar.

Í dag, Kristi himmalferðardag verða ongar kanningar gjørdar, og tí verða næstu kanningarúrslitini almannakunngjørd leygardagin, upplýsir Heilsumálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109