Botnfiskurin er verri nú

Botnfiskurin er verri nú
Hagreiðingin og rávørugóðskan eru ikki góð, og í summum førum beinleiðis vánalig, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Góðskan á føroyskum ráfiski er versnað, vísa kanningar
 
20.05.2020 - 09:43

Botnfiskur, sum er avreiddur í Føroyum, er verri nú, enn hann hevur verið.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í einum svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum spurdi um rávørugóðsku.

Hann spurdi, hví fiskur, sum verður avreiddur í Føroyum, er verri enn fiskur, sum verður avreiddur í til dømis Íslandi.

Jóhannis Joensen vísir til Dimmalætting 28.februar, har stjórin á Nevinum í Runavík sigur, at í Íslandi hevur fleiri dagar gamal fiskur einki virði.

Skip avreiða ikki botnfisk í Íslandi, sum er eldri enn fimm dagar.

Vánalig hagreiðing

Landsstýrismaðurin svarar millum annað, at Heilsufrøðiliga starvsstova hevur staðfest, at hagreiðingin, og tí eisini rávørugóðskan eru ikki góð í Føroyum, og í summum førum beinleiðis vánalig.  

Trupulleikarnir standast serliga av blóðgingini, aldrinum, hvussu fiskurin er ísaður og skiltur, nøgdini av fiski í hvørjum kassa, innrættingini umborð og handfaringini á landi.

Fiskurin er kroystur, blóð er í vevnaðinum, fiskurin er ikki rætt kruvdur, og ikki allur innvølur er tikin úr fiskinum. 

Góðskan versnað

Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, at góðskan á føroyskum ráfiski er versnað, og at til dømis íslendskur saltfiskur er batnaður, stendur í svarinum.  

Vinnan eigur sjálv at ansa eftir, at fiskurin er í lagi.

Helgi Abrahamsen sigur, at sum skilst fær góður fiskur verri enn so altíð betri prís enn vánaligur fiskur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463