Barnadeildin flytur aftur í heyst

Barnadeildin flytur aftur í heyst
Barnadeildin heldur í løtuni til á B7, har Medisinska deild er
Korona er orsøkin til, at Barnadeildin er fyribils er flutt á B7
 
20.05.2020 - 14:06

Í seinasta lagi 1.september í ár verður Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum aftur har, sum hon var.

Barnadeildin varð fyrst í hesum mánaðinum flutt upp á B7, har sum Medisinska deild er.

Men deildirnar eru ikki saman, veggur er millum teirra, og børn og vaksin eru ikki saman.

Tað sigur Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um Barnadeildina.

Hann sigur, at korona er orsøkin til flytingina.

Ongar ætlanir eru um at flyta Barnadeildina, ella minka hana av øðrum ávum, til dømis summarfritíð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109