Vilja hava føroyingar at gera kanningar

bannari
Vilja hava føroyingar at gera kanningar
Føroyar fara ikki at kanna COVID-19 royndir úr øðrum londum, hóast til ber at gera 600 kanningar um dagin her
 
12.05.2020 - 08:48

Hóast til ber at kanna 600 fólk um dagin í Føroyum fyri koronu og verri enn so nógv verða kannað, fara Føroyar ikki at kanna royndir úr øðrum londum her í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um COVID-19.

Kristina Háfoss spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin ætlar at bjóða grannatjóðum at senda koronukanningar til Føroya at verða greinaðar.

Hava fingið fyrispurning úr Hebridunum

Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið fyrispurning úr Suðuroyggjum, Hebridunum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tað er ikki nøkur skilagóð loysn at greina kanningar úr Hebridunum í Føroyum.

Tað gongur ov long tíð, til úrslitið er klárt. Men í staðin kunnu føroyingar hjálpa teimum í Hebridunum við at seta upp ein kanningarhátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109