Løgmaður: Tørvur á nýggjum fongsli

Løgmaður: Tørvur á nýggjum fongsli
Bárður á Steig Nielsen hevur svarað fyrispurningi um fongsulsviðurskifti í Føroyum
Arrestin í Mjørkadali hevur verið fyribilsloysn síðani 2011
 
01.05.2020 - 10:23

Løgmaður hevur vent sær til danska løgmálaráðharran at umrøða fongsulsviðurskiftini í Føroyum.

Í fyrstu atløgu verður neyðugt at staðfesta tørvin á nýggjum fongsli samanborið við kriminalitetin í Føroyum, og hvussu nógv tað skal kosta.

Tað upplýsir Bárður á Steig Nielsen í svari til skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg í Tjóðveldi, sum spurdi um viðurskiftini hjá teimum, sum sita í Mjørkadali.

Orðaskiftið er um fyrispurningin í tinginum í løtuni. Sí beinleiðis tingvarp her.

Mjørkadalur fyribilsloysn

Arrestin i Mjørkadali hevur verið fyribilsloysn síðani 2011. Leigumálið er úti í 2023.

Mjørkadalur er hvørki bygdur til arrest ella fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta karmarnir óneyðugar avmarkingar fyri tey, sum sita dómin har, sigur løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul fyri seg.

Tað eigur at vera soleiðis, at tey, ið fáa dóm longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum, og at varðhaldsfangar og aðrir fangar kunnu skiljast sundur, sigur løgmaður í svarinum til Sirið Stenberg.

Bárður á Steig Nielsen upplýsir eisini, at ongar ætlanir eru um at yvirtaka Kriminalsforsorgina, 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301