Landskassin tolir bæði hall og størri skuld

Landskassin tolir bæði hall og størri skuld
Fíggjarmálaráðið biður løgtingið um heimild at læna 1,6 mia. kr., og eisini kunnu væntast uppskot um eykajáttanir seinni í ár
 
27.04.2020 - 09:11

Landskassin kann bera hall í nøkur ár, eisini størri skuld.

Tað metir Fíggjarmálaráðið, sum biður løgtingið um loyvi at læna 1,6 mia. kr. Fíggjarmálaráðið væntar hall í ár, sum er millum 800 mio.kr og 1,5 mia. kr.

Næsta ár verður hallið millum 300 og 800 milliónir.

Hetta er tó leysliga mett.

Skattir og avgjøld minka

Hallið kemst av, at landskassin fær nógv minni inntøkur, tí allir skattir og avgjøld minka. Millum annað ger lági oljuprísurin, at meirvirðisgjaldið verður nógv minni. 

Væntast kunnu uppskot um eykajáttanir seinni í ár, millum annað til heilsuverkið og almannaverkið, sigur Fíggjarmálaráðið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað er sera óheppið í løtuni at selja virðisbrøv landskassans, tí so tekur landskassin eitt kurstap á seg og missir møguleikan at vinna tapið inn aftur. 

Fram til 15 .apríl var ikki staðfesta kurstapið 154 mió. kr. á virðisbrøvum landskassans.

Í fyrsta umfari verður stutttíðarfígging útvegað, sum skal tryggja gjaldføristørvin fram til lántøkuna í mai/juni.  Millum annað er freistin at rinda meirvirðisgjaldið fyri fyrsta ársfjórðing longd til 15.november, og hjálparpakki tvey hevur longt freistina at rinda tollkredittir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301