Einki starvsfólk staðfest COVID-19

bannari
Einki starvsfólk staðfest COVID-19
Umleið 400 starvsfólk hjá Bakkafrosti, sum eru kannað fyri koronusmittuna, hava fingið at vita, at tey ikki eru smittað
Bakkafrost kannar øll starvsfólkini fyri COVID-19. Higartil eru knappliga 800 starvsfólk kannað
Mynd: Savnsmynd  
 
24.04.2020 - 08:49

Higartil eru knappliga 800 fólk kannað fyri korona-smittuna á Bakkafrosti.

Tað upplýsir Bakkafrost.

Í gjár segði Pál Weihe, lækni og professari í fólkaheilsu, at øll 400 kanningarúrslitini, sum í gjár vórðu gjørd, vóru øll negativ fyri koronu-smittu.

 >> SÍ EISINI Bakkafrost kannar øll starvsfólkini fyri COVID-19

Starvsfólkini fáa tilboð um at verða kannað aðru hvørja viku næstu tveir mánaðirnar. Sostatt kann hvørt starvsfólk verða kannað fýra ferðir.

Royndirnar verða greinaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Umleið 1.000 fólk arbeiða hjá Bakkafrosti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109