Flest smittað í tjúgunum

bannari
Flest smittað í tjúgunum
Flest smittað í Føroyum eru í aldursbólkinum 20-29 ár, hóast fleiri eru kannað í øðrum bólkum
 
20.04.2020 - 08:41

Tey flestu, sum hava fingið koronu í Føroyum, eru í aldursbólkinum 20 til 29 ár. Tey eru 41.

Hóast fleiri fólk eru kannað í aldursbólkunum 30 til 39 ár og 40 til 49 ár eru færri smittað har enn í bólkinum 20 til 29 ár.

Tey eru ávikavist 18 og 32. 11 børn eru smittað og 21 í aldursbólkinum 10 til 19 ár. Fýra fólk, sum eru 80 ella eldri, eru smittað.

Heimasíðan corona.fo upplýsir eisini, at tey smittaðu eru 53 prosent kvinnur og 47 prosent menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109