- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðin hjá Team Rynkeby avlýst
Ferðin hjá Team Rynkeby-súkklarunum til París í summar er avlýst. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby-grunnin seinnapartin í gjár, skrivar føroyski parturin hjá felagsskapinum á heimasíðuni.
– Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið, at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt, sigur Peter Frank Andersen, nevndarformaður í Team Rynkeby-grunninum.
– Áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda, at tað er ráðiligt, at fara til París í summar, sigur hann, sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum.
63 fólk skuldu fara úr Føroyum
Eftir ætlanini skuldu tilsamans 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum frá 2. til 11. juli í summar.
Tilsamans 50 súkklarar og 13 hjálparfólk skuldu eisini fara við ferðalagnum úr Føroyum í summar, men hetta verður sostatt eisini av ongum nú.
Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.