- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flaggdagsrenningin avlýst
Flaggdagsrenningin avlýst
Árliga flaggdagsrenningin, sum hevur verið síðani 1987, verður ikki í ár
17.04.2020 - 14:36
Flaggdagsrenningin, sum Bragdið og sclerosufelagið skuldu skipað fyri í felag, flaggdagin 25. apríl er avlýst. Tað boðar Bragdið frá á heimsíðu sínari. Orsøkin er koronavirusið og tilmælini frá heilsumyndugleikunum.
– Vit vóru annars spent upp á hetta samstarvið, sum byrjaði í fjør og fekk sera góða undirtøku, stendur í fráboðanini.
Sclerosufelagið gjørdi nógv burturúr renningini í fjør, og fekk fitt av peningi inn, sum fór til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið skulu betra um hjá teimum við sclerosu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV