- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna varðhaldsfongslað fýra vikur aftrat
Skuldsetingarnar, sum eru neyvari nú, enn tá kvinnan var í grundlógaravhoyring fyri 11 døgum síðani, umfata tíðarskeiðið 10.desember 2016 til 3.august 2019, uttan tann eina, sum fevnir um tey trý árini frá 10.desember 2016 til 10.desember 2019. Í 2016 var gentan 15 ár.
Hóast kvinnan hevur játtað seg seka í tí mesta, tá politiið hevur avhoyrt hana, tók hon ikki støðu til sektarspurningin í rættinum í dag. Hon kundi tó játtað okkurt, men verri enn so alt.
Dómarin avgjørdi, at ikki er loyvt at endurgeva tað, sum er sagt í rættinum í dag. Tað bað ákærin um, og verjin mótmælti ikki. Endurgevingarforboðið er ásett fyri at verja partarnar í málinum. Skuldsetingarnar eru tó undantiknar forboðnum.
At misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn gongur aftur í skuldsetingunum. Og blóðskemd er eisini við. Blóðskemd kann geva upp í seks ára fongsulsrevsing.
Kvinnan varð varðhaldsfonglað í fýra vikur afturat í dag. Hon skal sambært tí vera í varðhaldinum til 6.mai. Verjin mótmælti, at varðhaldið varð longt, og úrskurðurin hjá Føroya rætti er kærdur til Landsrættin.