Óvist um smittað gerast mótstøðufør

bannari
Óvist um smittað gerast mótstøðufør
Tað er ov tíðliga at siga, um fólk, sum hava verið smittað við COVID-19, kunnu fáa virus aftur, sigur serlækni
 
02.04.2020 - 13:27

– Enn vita vit ikki fyri vist, um koronasmittað fólk verða mótstøðufør, eftir at tey hava havt virusið, tí hetta er eitt virus, vit bara hava kent í fáar mánaðir. 

Tað sigur Shahin Gaïni, serlækni í infektiónssjúkum, við útvarpið

Spurningurin um andevnini kemur av, at tað í gjár kom fram, at andevnisroyndir eru á marknaðinum, men hesar ávarar Shahin Gaïni um, tí tað enn er ilt at vita, um hesar rigga ella ikki. 

Kunnu fáa vitan um myrkatølini

Shahin Gaïni leggur eisini dent á, at tað tydningarmiklasta framvegis er, at greiða fæst á, um fólk eru smittað ella ikki, og at andevnisroyndir kunnu gerast meiri týðandi frameftir, fyri at greina møgulig myrkatøl.

Tað vil siga, hvussu nógv fólk hava havt smittuna -  ella fyri at kanna millum annað heilsustarvsfólk. 

– Eru tey (fólkini, red.) vorðin mótstøðufør, kunnu tey betri hjálpa koronasjúklingum. Men enn er ov tíðliga at siga, sigur Shahin Gaïni, serlækni í infektiónssjúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109