USA: Hjálparpakkin endaliga samtyktur

bannari
USA: Hjálparpakkin endaliga samtyktur
Í pakkanum eru 15.000 millardir kr. í okkara peningi, sum verða latnar borgarum og fyritøkum
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir hjálparpakkan, sum er tann størsti higartil
 
28.03.2020 - 11:47

Amerikanska kongressin hevur nú endaliga samtykt og avgreitt korona-hjálparpakkan fyri 2.200 millardir dollarar.

Tað eru umleið 15.000 milliardir krónur í okkara peningi.

Hetta er størsti hjálparpakkin í amerikansku søguni. Hann skal hjálpa bæði fyritøkum og borgarum burtur úr fíggjarligu avleiðingunum av korona-kreppuni.

 Trump skrivað undir

Umboðsmannatingið samtykti lógirnar í gjár, og mikudagin góðkendi hin tingdeildin, senatið, eisini hjálpapakkan, sum Donald Trump, forseti, síðani hevur skrivað undir.

Húski, sum eru rakt av fíggarligum avleiðingum av korona-kreppuni, fáa umleið 20.000 kr. 

Tilsamans eru 290 milliardir dollarar settar av til at hjálpa húskjum.

Meinast raktu fyritøkurnar fáa burtur av tilsamans 500 milliardum dollarum, sum eru settar av. 100 milliardir dollarar eru settar av til sjúkrahúsverkið og heilsuverkið.

3,3 mió. fólk arbeiðsleys

250 milliardir dollarar eru játtaðar í arbeiðsloysisstuðli til teirra, sum eru vorðin arbeiðsleys, ella eru koyrd til hús við ongari løn.

3,3 milliónir amerikanarar aftrat gjørdust arbeiðsleysir í síðstu viku, og tað er tað mesta higartil.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369