Óvist um skúlin verður liðugur til tíðina

Óvist um skúlin verður liðugur til tíðina
Í løtuni ber ikki til at siga, um næmingarnir sleppa í nýggja skúlan 14. apríl
 
23.03.2020 - 12:24

Ikki ber til at siga, um nýggi skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík verður klárur at taka móti næmingum 14. apríl, sum sambært tí, sum nú er galdandi, verður fyrsti skúladagurin eftir korona.

Arbeitt verður í skúlanum, men ein fyritøka fær tó ikki arbeitt sum vant, tí fólk eru í sóttarhaldi. Ætlanin var at fara í skúlan eftir páskir og ikki bíða til næsta skúlaár, men nú er óvist, hvussu verður við tí

 >> SÍ EISINI Skúlin á Skúlatrøð verður klárur til várs

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Tá liðugt er at útbyggja skúlan á Skúlatrøð verður hann 11.000 fermetrar.

Arbeiðið, sum nú verður gjørt, kostar 110 milliónir krónur. Tá er innbúgvið við. Talan er ikki bara um nýbygging, men eisini um at byggja tveir skúlar saman, sum frammanundan vóru sjálvstøðugir.

Fyrrverandi Ósáskúlin, sum var liðugur í 2011, verður bundin saman við fyrrverandi skúlan á Ziskatrøð. Byggingin er nógv seinkað. Skúlin skuldi takast í brúk, tá skúlaárið 2018/2019 byrjaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151