115 smittað: Størsti vøksturin higartil

bannari
115 smittað: Størsti vøksturin higartil
23 føroyingar hava seinasta samdøgrið fingið staðfest koronasmittuna. Tað er størsti vøkstur higartil
 
22.03.2020 - 08:30
Tað eru nú í alt 115 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna.
 
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
 
Í gjár var talið á føroyingum, sum høvdu fingið staðfest koronavirusið 92. Tað merkir also, at 23 føroyingar hava fingið staðfest smittuna síðani í gjár. Tað er størsti vøksturin, sum er staðfestur síðani útbrotið av koronavirusinum byrjaði í Føroyum. 
 
2077 føroyingar eru kannaðir fyri koronavirusið.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050