Námsfrøðingar kunnu arbeiða á eldraøkinum

Námsfrøðingar kunnu arbeiða á eldraøkinum
Námsfrøðingar og hjálparfólk varðveita lønina sambært galdandi sáttmála
Starvsfólk á dagstovnum kunnu nú verða flutt í eldrarøktina at arbeiða
 
20.03.2020 - 13:56

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag eru samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu flyta einstøk starvsfólk  á dagstovnaøkinum at arbeiða á eldraøkinum.

Soleiðis kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk verða sett í vaktir á eldraøkinum samsvarandi teimum ætlanum, sum eldraøkið hevur. Atlit skal kortini takast at viðurskiftunum hjá einstaka starvsfólkinum.

Varðveita lønina

Útgangsstøðið er, at námsfrøðingar og hjálparfólk varðveita ta løn, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála.

Lønin fyri møguligt meirarbeiði/yvirtíð, samsýningin fyri ólagaligar arbeiðstíðir o.a., verður eisini eftir galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Avtalan verður endurskoðað javnan, og dettur burtur av sær sjálvari,  tá koronasmittan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum á dagstovnaøkinum og eldraøkinum, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948