Ein frískur aftrat og sloppin úr sóttarhaldi

bannari
Ein frískur aftrat og sloppin úr sóttarhaldi
Kvinnan hevur verið í sóttarhaldi á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð alla tíðina
Hotel Vágar verður brúkt sum sóttarhald
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2020 - 08:05

Í morgun var annar føroyingurin, ið varð smittaður av koronavirusinum, staðfestur frískur aftur, og loystur úr sóttarhaldinum.

Viðkomandi var júst afturkomin úr Norðuritalia, tá ið hon fekk sjúkutekin, ið mintu um beinkrím.

Hon varð kannað og fekk staðfest COVID-19 tann 5. mars. Kvinnan varð sett í sóttarhald á Hotel Vágum, og heilsustøðan hevur verið góð alla tíðina.

10 í sóttarhaldi

10 fólk, sum hon hevði havt samband við, vórðu eisini sett í sóttarhald.

Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru eisini loyst úr sóttarhaldinum.

Sostatt eru báðir føroyingarnir, ið fingu staðfest smittaðuna fyri góðum tveimum vikum síðani, staðfestir frískir aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050