150 fólk hava bjóðað seg fram at hjálpa

bannari
150 fólk hava bjóðað seg fram at hjálpa
Áhugin, hjá almenninginum, at hjálpa føroyska sjúkrahúsverkinum, sum er undir stórum trýsti í hesum døgum, er stórur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2020 - 11:40

Higartil hava umleið 150 fólk boðað frá, at tey vilja hjálpa sjúkrahúsverkinum.

Tað upplýsti Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, á tíðindafundinum, sum heilsumyndugleikarnir hildu klokkan 11 í morgun.

Tað er serliga reingerðarfólkum, sum vit hava brúk fyri, nú tað eru fleiri fólk inni nøkur støð á sjúkrahúsunum, sigur Margit Stórá, varastjóri.

Tørvurin nøktaður, men kann broytast

Læknalesandi og sjúkrarøktarfrøðilesandi hava eisini boðað sjúkrahúsverkinum frá, at tey eru sinnað at hjálpa til, sigur hon.

Í løtuni er tørvurin á sjálvbodnari hjálp fyribils nøktaður hjá okkum, men hetta kann broytast seinni, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Tað var mánadagin, at sjúkrahúsverkið sendi út eina almenna áheitan til føroyingar um, at brúk er fyri hjálp frá almenninginum, nú sjúkrahúsini eru undir stórum trýsti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151