- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara 20 tingfólk kunnu møta í senn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jogvan_2.png?itok=wwl0KfjG)
Nú koronasmittan herjar, sleppa bara 20 tingfólk at møta á tingfundi í senn. Sostatt skulu 13 tingfólk altíð vera við hús.
Tað hevur formansskapurin í løgtinginum gjørt av.
- Eg fari at heita á tingfólk at gera skjótt av í tingsalinum, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður:
Hetta verður gjørt til tess at tryggja, at alt tingið ikki noyðist í sóttarhald, tí eitt tingfólk verður staðfest hava Covid-19 virus, siga Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni, í skrivi til tingmanningina.
Ein leistur er gjørdur, sum byggir á verandi tingmannabýti, har bæði flokkar, samgonga og andstøða eru umboðað lutfalsliga javnt.
Flokkarnir verða umboðaðir soleiðis:
Fólkaflokkurin 5 tingfólk, Sambandsflokkurin 4, Javnaðarflokkurin 4, Sjálvstýri 1, Tjóðveldi 4, Framsókn 1 og Miðflokkurin 1 tingfólk
Formenninir í tingbókunum gera av, hvør skal umboða sín flokk, og geva hinum boð um at verða verandi við hús.
Tingfundur er ásettur at verða í dag klokkan 13.30. Á skránni er framløga, og tá verða uppskotini í hjálparpakkanum hjá landsstýrinum væntandi løgd fram.