
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privatar fyritøkur misnøgdar við Posta sum kappingarneyta

Fleiri privatar fyritøkur eru misnøgdar um, at Posta kappast við tær.
Ein av teimum, ið hava kent sviðan av hesum, er sp/f Petra, ið hevur koyrt mat út til pensjónistar í Havn. Fyritøkan misti avtaluna, sum tey hava havt í 22 ár
Tá ið tænastan varð boðin út av nýggjum fyri ársskiftið, hevði Posta væl bíligasta tilboðið, 865.000 krónur. Fyritøkan Petra bjóðaði næstan tað tvífaldaða, 1,6 milliónir krónur.
Áslak Tausen, sum eigur sp/f Petra, sigur, at vandi er fyri, at skattgjaldarin rindar, tá ið eitt alment partafelag undirbjóðar.
Eisini flutningsfyritøkan Nordlink sigur seg fáa kapping frá Posta.
Edvard Remberg, stjóri í Posta.
Edvard S. Remberg, sum er nýggjur stjóri í Posta, segði í gjár, at almenna fyritøkan eisini í framtíðini fer at kappast við tað privata.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: