- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um sjikanu byrjaði longu áðrenn setan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folk_og_sjukrabilur.jpg?itok=hQ-tx262)
Bæði leiðslan í sjúkrahúsverkinum og Starvsfelagið vóru í drúgva tíð uppi í málinum um kynsliga happing á sjúkraflutnings-tænastuni. Tey hildu eisini fleiri fundir við leiðaran, áðrenn hann varð sagdur úr starvi. Tað vísa skjølini í málinum.
Í veruleikanum byrjaði málið longu áðrenn vikomandi varð settur formliga í starv, tá Depilsleiðslan og HR leiðarin vildu tosa við hann um nøkur viðurskifti í sambandi við, at hann hevði sett seg í samband við kvinnur á netinum. Maðurin lovaði bót og bata, men so hendi tað aftur, og fleiri ferðir vóru fundir millum leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum og viðkomandi um støðuna. Men hetta hjálpti ikki, og 22. mai í fjør fekk viðkomandi ávaring og 4. februar í ár endaði starvssetanin við einari fráfaringaravtalu.