- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi Abrahamsen eigur málsøkið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-02-28-09h03m48s295.png?itok=yzgPboNT)
Landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur málsøkið, og tí eigur spurningurin at verða settur honum.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um ætlanin er at gera nakað til tess at bøta um góðskuna á útróðrarfiski, so útróðrarbátar fáa besta prísin.
Jacob Vestergaard svarar, at góðska á útróðrarfiski er fevnd av matvørulógini og kunngerð um m.a. heilsufrøðiligan rakstur og viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti.
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur matvørulógina og nevndu kunngerð, og tí eigur spurningurin at verða settur honum, sigur Jacob Vestergaard.
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.