Fýra átøk fyri góðar 100 milliónir krónur

bannari
Fýra átøk fyri góðar 100 milliónir krónur
Landsstýrið hevur kunngjørt eina búskaparliga hjálparætlan, sum skal viðgerast í skundi í løgtinginum
Mynd: Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningisvørum fer helst at minka  
 
16.03.2020 - 10:12

Hetta er ein heilsukreppa, ið fær stórar avleiðingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleiðingarnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroysk á føroyska búskapin.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at landsstýrið hevur kunngjørt eina búskaparliga hjálparætlan.

 >> SÍ EISINI Hjálparpakkin kom í evstu løtu

Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera í næstum. Færri ferðafólk koma til Føroya, og tað fer at raka ferðavinnuna í summar. Virksemið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti.

Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningisvørum fer at minka.

Fýra átøk

Landsstýrið hevur saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og føroyskum fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftirspurningi og minni arbeiði.

Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum til ber, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hjálparpakkin skal setast í verk við lógarbroytingum, sum verða viðgjørdar í skundu í løgtinginum.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógv átøkini fara at kosta, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum tillagingum hjá vinnufyritøkum, men í fyrsta umfari verður kostnaðurin mettur til góðar 100 milliónir krónur.

Landskassin og ALS bera útreiðslurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109