- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólk á føðideildini á LS smittað

Eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hevur fingið corona smittuna.
Talan er um eitt starvsfólk á føðideildini, sum ikki hevur verið til arbeiðis síðani síðsta sunnudag.
Margit Stórá, varastjóri, upplýsti, at hon fekk boðini frá Landslæknanum í morgun, og síðani hevur verið arbeitt við at finna fram til, hvørjar starvsfelagar viðkomandi hevur verið í sambandi við.
Tey eru øll funnin og send í sóttarhald.
- Tað, sum vit tryggja okkum, er, hvønn hevur viðkomandi arbeitt saman við, og hvønn hevur hon verið um, sigur Margit Stórá.
Hon sigur eisini, at arbeiðið og arbeiðsbýtið er skipað soleiðis, at smittuvandin á sjúkrahúsinum er avmarkaður.
Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur, at talið á teimum, sum skulu í sóttarhald, tí tey hava verið rundan um starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, er hægri enn vanligt higartil.
- Vanliga siga vit í miðal 15 fólk, men í hesum førum hava vit skerpað um hetta, sigur Bjarni á Steig.
