- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin doping skal vera í venjingarmiðstøðum

Tórshavnar kommuna skal ikki arbeiða saman við venjingarmiðstøðum, sum ikki eru við í anti-doping skipan.
Býráðið fer í kvøld at viðgera hetta málið.
ÍSF hevur biðið kommununa um at taka lógvatak saman við ÍSF um at virka fyri, at doping ikki verður brúkt í venjingarmiðstøðum.
Tórshavnar kommuna hevur samstarv við venjingarmiðstøð, sum ikki hevur gjørt avtalu við ÍSF um anti-doping.
Noyðast at finna aðra miðstøð
Men samtykkir býráðið í kvøld, at kommunan ikki skal arbeiða saman við slíkum venjingarmiðstøðum, noyðist kommunan at finna aðra venjingarmiðstøð til tey gomlu í kommununi.
Uppskotið verður samtykt, tí bæði umsitingin og nevndir hjá býráðnum mæla til, at tað verður samtykt.
Sambært ÍSF er bara ein venjingarmiðstøð í Tórshavnar kommunu, sum ikki er við í anti-doping skipan.