- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava meira seksualundirvísing
Næmingar í miðnámi vilja hava meira seksualundirvísing.
Og Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!, sum skipaðu fyri viku sex í ár, heita á myndugleikarnar um at geva teimum hana.
Fyriskipararnir hava sæð til, at fyrstaárs næmingar í yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing í viku sex í ár.
Stuttligt og øðrvísi
Næmingarnir hildu, at serliga praktiski parturin var stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur.
Seksualundirvísing í miðnámi nú, var eisini greiða niðurstøðan í viku sex í fjør.
Síðani tá hevur Marin í Dali, lækni, stovnað felagið Kyn saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi og Turið Hermansdóttur, fólkalívsfrøðingi.
Endamálið hjá felagnum er at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni.