- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndir byrja í dag
Semingsroyndir byrja í dag
Klokkan eitt seinnapartin fer Semingsstovnurin at royna seming millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.01.2020 - 08:00
Semingsroyndin verður á Hotel Hafnia. Næstsíðsta fríggjadag var greitt, at Starvsmannafelagið og Lønardeildin standa ov mikið langt frá hvørjum øðrum, til at partarnir sjávir megna at finna semju.
Síðani tá hevur Semingsstovnurin tosað við partarnar, hvør í sínum lagi.
– Nú verður so farið undir endaspurtin, og vit ætla at halda fram, til tað røkkur ella støkkur, sigur Terje Sigurðsson. Semingsmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til krøvini frá pørtunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV