- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mai er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini
Mai er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur valt Javnstøðunevndina av nýggjum

28.01.2020 - 11:07
Mai Laksáfoss Simonsen er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini.
Hon umboðar landsstýrið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur valt Javnstøðunevndina av nýggjum.
Hinir føstu limirnir í nevndini eru Annfinnur Garðalíð, sum umboðar løntakarar, Niels Winther, sum umboðar arbeiðsgevarar, Hedvig Johansdóttir umboðar skúla-, heilsu- og almannaverkið, og Helena Fríðheim umboðar Kvinnufelagssamskipan Føroya.
Javnstøðunevndin hevur fund við landsstýriskvinnuna seinni í vikuni, og fer síðani til verka.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV