- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her eru uppskotini um ársins leiðarar

Tey, sum kunnu gerast Ársins leiðarar 2020, eru nú funnin.
Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í almenna geiranum, eru Jógvan Fríðriksson, bispur, Gudmundur Joensen, stjóri á ítróttarháskúlanum í Suðri, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum.
Tey trý, sum eru í uppskoti at gerast ársins leiðari í privata geiranum, eru Sunneva Háberg Eysturstein, stjóri í Sirkus, Fróði Clementsen, stjóri í Teldutænastuni, og Árni Jakobsen, stjóri í SMJ.
Ársins leiðarar verða avdúkaðir 31. januar, í sambandi við leiðararáðstevnu í Hotel Føroyum.
Í dómsnevndini sita Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, Børen Bruun, stjóri í Suðuroyar sparikassa, og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.