- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altjóða Holocaust-dagur í dag

í dag, 27. januar, er altjóða Holocaust-minningardagur.
Løgtingið samtykti í fjør at gera hendan dagin til almennan minningardag í Føroyum, eftir at ST í 2005 samtykti at gera dagin til altjóða minningardag.
Tann 27. januar í 1945 tók reyði herurin úr Russlandi Auschwitz-týningarleguna.
Lurta, læra og minnast
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í sambandi við minningardagin í dag, at tað er okkara skylda sum menniskju og sum samfelag at halda á við at lurta, læra og minnast Holocaust, tí at skipaða fólkadrápið undir seinna veraldarbardaga telist millum andstyggiligastu og ótespiligastu brotsgerðir, sum nakrantíð eru framdar.
Løgmaður sigur víðari, at tað er neyðugt, at komandi ættarlið fáa innlit í, hvønn týdning ráðandi virði og hugsanir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grundleggjandi mannarættindabrot.
Meir enn ein millión fólk vórðu týnd í Auschwitz týningarleguni, og meir enn seks milliónir tilsamans í týningarlegum í Evropa.
Meginparturin av teimum, sum lótu lív í týningarlegunum, vóru jødar.