- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroynd í næstu viku

Semingsstovnurin fer undir ítøkiligar sáttmálasamráðingar við Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið í næstu viku.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Samskifti er við partarnar um vikuskiftið, og seinasta hond verður løgd á at fara undir ítøkiligar samráðingar, sum hann málber seg.
Semingsmenninir hava gingið ígjøgnum alt tilfarið frá pørtunum, og fingið greiðu á, hvat tað er sum skilir partarnar.
Nú er ein góð vika síðani, at Lønardeildin sendi boð eftir Semingsstovninum, tí so langt var millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata.
Hóast Semingsstovnurin er boðsendur í samráðingunum við Starvsmannafelagið, heldur Lønardeildin fram við samráðingunum við onnur fakfeløg.
Tey eru higartil Lærarafelagið, felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og akademikarafelagið.
Sáttmálarnir, sum Lønardeildin hevur við 15 fakfeløg fóru úr gildi 1.oktober í fjør.
Hjá 12 fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sáttmálarnir ikki úr gildi fyrr enn 1.oktober í ár, tí teir eru galdandi í trý ár.
Lønarhækkingin hetta triðja árið hjá teimum er 2,5 prosent.