Fara at ala á víðum havi

Fara at ala á víðum havi
Firðirnir eru fullir, og tí er neyðugt at royna aðrar møguleikar, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti
 
17.01.2020 - 15:34

Bakkafrost ætlar nú at ala á víðum havi.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at firðirnir eru fullir, og tí ber illa til at økja um alingina í Føroyum, uttan so at fleiri møguleikar verða brúktir. 

Tí ætlar Bakkafrost at fáa loyvi frá landsstýrinum til at royna aling á víðum havi. 

Tað ber til, siga granskarar á Fiskaaling, men tað krevur munandi meira enn at ala á firðunum.

Meira verður at frætta í Degi og Viku í kvøld klokkan 19

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155