Eingir pengar til Gøtudal í ár

Eingir pengar til Gøtudal í ár
Gøtudalstunnilin er ikki frammarlaga í raðfestingini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
 

Bergholið í Gøtudali er ikki gloymt, men tað er heldur ikki frammarlaga í bergholsraðfestingini.

Eingir pengar eru settir av í ár.

Men landsstýrið arbeiðir við eini langtíðarløguætlan, har støða skal takast til, hvussu játtanin til Gøtudalstunnilin verður raðfest. 

Fyrr enn komið er á mál við hesari løguætlan, er torført at siga, nær bergholið verður gjørt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi um Gøtudalstunnilin.

Jørgen Niclasen sigur, at málið er ikki nýtt. 

Rundkoyringin fyrireikað til tunnil

Hann sigur, at rundkoyringin í Gøtudali, sum er gjørd í 2008, er fyrireikað til eina íbinding til Gøtudalstunnilin. 

Landsverk hevur upplýst, at trupul jarðfrøðilig viðurskifti eru, har sum ætlanin er at gera bergholið.

Í fjør vórðu borað tvey hol, 200 metrar djúp, annað við Varmakeldueiðið og hitt í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu.  

Umframt hesi boriholini hevur Jarðfeingi skrásett sjónligu jarðfrøðina á staðnum.

Øll hesi kanningarúrslitini verða í løtuni savnað í einari jarðfrøðiliga frágreiðing.

Men fyribils niðurstøðan er tó, at einki bendir á, at ikki ber til at gera Gøtudalstunnilin, sum verður millum 3.200 og 3.600 metrar langur, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749