- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undantaksstøða lýst eftir nógvar skógareldar
Undantaksstøða lýst eftir nógvar skógareldar
Undantaksstøða er lýst í avstralska statinum New South Wales í sjey dagar eftir nógvu skógareldarnar í statinum
Mynd: AP
19.12.2019 - 16:49
Hildið verður, at umleið 100 skógareldar eru í New South Wales, og hitin er oman fyri 40 stig. Samstundis stúra myndugleikarnir fyri, at eldurin fær at breiða seg til stórbýin Sidney.
Hitabylgja er í Avstralia í løtuni. Týsdagin var heitasti dagur yvirhøvur skrásettur í Avstralia. Miðalhitin var umleið 40,9 stig, upplýsir veðurstovnurin í Avstralia.
Umleið 100 skógareldar hava verið í New South Wales í fleiri vikur. Sløkkiliðini hava bara tamarhald á helvtini av øllum skógareldunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV