- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingarnar ikki lidnar í 2020
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/michel_barnier.jpg?itok=HIIPeO1G)
Bretskir myndugleikar hava sagt, at samráðingarnar um fríhandilsavtalu við ES skulu verða lidnar í 2020. Men Michel Barnier sigur, at tað verður sera trupult at fáa avtalu eftir 11 mánaðum.
Bretland fer eftir ætlan úr ES 31. januar, og síðani byrja samráðingarnar við ES um handilsavtalu.
Kann elva til trupulleikar í Bretlandi og ES
Bretland fer kortini fylgja ES-reglum og vera partur av innara marknaðinum í ES í 2020, meðan samráðst verður um, hvussu viðurskiftini skulu vera í framtíðini.
Bretska stjórnin vil hava sett í lógina, at politiskur meiriluti í undirhúsinum kann ikki noyða stjórnina at leingja fyribilsavtaluna, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna draga út.
Men forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at hetta kann elva til trupulleikar bæði í Bretlandi og ES, um samráðingarnar um fríhandilsavtaluna ikki verða lidnar um eitt ár.