- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er tað greitt: Trump skal fyri ein ríkisrætt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
Eftir átta tímar drúgt orðaskifti í Kongressini, var meiriluti fyri fyrsta punkti í ríkisrættarákæruni móti amerikanska forsetanum, Donald Trump. Fyrsta punktið snýr seg um valdsmisnýtslu.
Tað snýr seg um, at Trump heitti á Ukraina um at kanna kappingarneytan til forsetavalið, Joe Biden, samstundis sum hann helt hernaðarliga stuðulinum aftur. 230 atkvøddu fyri ríkisrætti og 197 vóru í móti.
Síðani varð atkvøtt um annað punkt; um at forsetin forðaði kanningararbeiðnum hjá Kongressini við at mótarbeiða teimum fólkavaldu við at áleggja starvsfólkum at skúgva til viks stevningar, sum ríkisrættargranskingin hevur reist.
>> SÍ EISINI Frágreiðing: Trump hevur misnýtt embætið
Eftir stundum harðan orðadrátt og sterkar kenslur, varð atkvøtt um annað punkt, og tá vóru 229 kongresslimir fyri ríkisrætti, meðan 198 vóru í móti.
Demokratarnir hava meirlutan í Umboðsmannatinginum, men tað er Senatið, har Republikanarar hava meirlutan, sum skal virka sum nevningar í einum ríkisrættarmáli.
Verður helst ikki koyrdur úr embætinum
Metingarnar eru, at tað er lítið sannlíkt, at eitt ríkisrættarmál endar við, at Donald Trump verður koyrdur úr forsetaembætinum.
Eftir atkvøðugreiðsluna varð Nancy Pelosi, forkvinna hjá Demokratunum, spurd, um hon fer at senda Senatinum ákæruna beinanvegin, men tað vildi hon ikki lova, sambært amerikonskum miðlum.
>> SÍ EISINI Ákærupunktini í ríkisrættarmálinum móti Trump klár
Gitt verður, at Nancy Pelosi fer at bíða eitt sindur av taktiskum orsøkum. Tað er tí óvist, nær ríksirættarmálið móti Trump kemur fyri í Senatinum.
Hetta er triðju ferð, ein amerikanskur forseti skal fyri ein ríkisrætt. Teir einastu forsetarnir, ið fyrr hava verið fyri einum ríkisrætti, eru demokratarnir Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998.