- Tíðindi, mentan og ítróttur
Huawei vrakað í 2017
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronland_nuuk_01.jpg?itok=ZZJxoLGN)
Tað upplýsir Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tele-Post, fyri grønlendska blaðnum, Sermitsiaq.
– Fleiri fyritøkur bjóðaðu, og eg kann vátta, at Huawei var ein av fleiri fyritøkum, sum ikki sluppu upp í part, tá avgerðin skuldi takast, tí tær luku ikki treytirnar, sigur hann við Sermitsiaq.
Kristian Reinert Davidsen sigur, at netið skal byggjast út til 5G, men eingin støða er tikin til, nær tað skal gerast.
>> SÍ EISINI Huawei sleppur ikki at gera 5G-netið í Grønlandi
Men stjórin í Tele-Post ger greitt, at arbeiðið at útbyggja netið til 5G, verður ikki boðið út. 4G-netið er nýtt. Arbeiðið at seta tað upp varð liðugt í fjør.
– Ein stórur partur av 4G-netinum kann brúkast aftur. Tí loysir seg ikki at brúka eina aðra fyritøku at gera alt netið av nýggjum, sigur Kristian Reinert Davidsen.
Støðan hevði verið øðrvísi, um talan var um eitt gamalt net, sum skuldi byggjast út, sigur hann.